Løgreglan fekk klokkan 19 eina fráboðan frá einum persóni, sum helt seg hava sæð eina neyðrakett á Pollinum, millum Bumshamar og Kunoyarnes.
Tá slík støða er, fær MRCC boðini, og setir seg í samband við skipa og bátaferðsluna í økinum. Strandfaraskipið Sam var har á leiðini og sigldi tvær ferðir gjøgnum øki, men har var einki at síggja.
Sum skilst var persónurin, sum boðaði frá ikki heilt vísur í, at hetta var ein reyðrakett, men valdi allíkavæl at boða frá.
Ein bátur nærhendis hevði eisini sæð eitthvørt, men kendi tað ikki sum eina neyðrakett.
Í øllum førum var einki funnið, og tað er einki sum týðir á, at talan var um eina neyðstøðu, verður upplýst av løgreglustøðini í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald