Innanlands

Helvtin fyri og helvtin ímóti fosturtøku

Umboðini fyri Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin vóru greitt fyri at broyta fosturtøkulógina. Men hinar vóru meira ivasamar

Bara kvinnur vórðu bjóðaðar at luttaka í kjakinum um fosturtøku. (Mynd: Fríttval)

Bara kvinnur vórðu bjóðaðar at luttaka í kjakinum um fosturtøku. (Mynd: Fríttval)

2019-03-07 12:28 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár var pallborðskjak um fosturtøku í Perluni í Havn. Seks kvinnur luttóku í kjakinum, sum Liljan Weihe var orðstýrari til. Perlan var fullsett, og fleiri vóru noydd at standa, tí nokk av plássi var ikki. 

At kjakið um fosturtøku er rættiliga tvíbýtt var pallborðið í gjár eitt gott dømi um. Meðan umboðini fyri Tjóðveldi, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin vóru fyri at broyta fosturtøkulógina, soleiðis at vit fingu fría abort í Føroyum, vóru umboðini fyri Fólkaflokkin og Miðflokkin ikki samd í. Støðan hjá Ruth Vang, umboðnum hjá Framsókn, var meira ógreið. Hon helt, at vit at kalla høvdu fría fosturtøku í Føroyum, tí tað var lætt at fáa fosturtøku. Men hon var ikki avvísandi fyri at lógin kundi broytast og rættiliga greið um, at hon skal ikki gerast strangari. 

Samdar um nullhugsjón 
Kjakið var siðiligt, og ongin østi seg, sum annars ofta hevur verið støðan, tá hetta málið verður viðgjørt. Allar søgdu seg vera samdar um eina nullhugsjón á økinum.  Tær hildu, at sosialu tilboðini mugu vera so góð, at kvinnur ikki mugu taka fosturtøku av sosialum orsøkum.

Allar vóru eisini samdar um, at núverandi fosturtøkulóg, sum er frá 1956, er avoldað, og at tíðin er komin til at gera eina nýggja lóg. Tær nevndu, at tað eitt nú standa ásetingar um niðurfallsótt (EN: epilepsy), sum ikki vóru hóskandi longur. Men hóast allar vóru samdar um at broyta lógina, vóru tær also ikki samdar um, hvat nýggja lógin skuldi siga. 

Familjurættarliga økið gjørdist føroyskt málsøki á ólavssøku í fjør. Tí varð spurt, um tað ikki var eitt gott høvi at smíða nýggja lóggávu. Kristianna Winther Poulsen og Annita á Fríðriksmørk søgdu, at báðar landsstýriskvinnurnar, sum vara av økinum, høvdu tosað um at hava eitt aðalorðaskifti um málið í tinginum. Men væntast skuldi ikki, at nakað nýtt hendi í hesari tingsetuni. 

 

Í pallborðinum sótu: 

Tjóðveldi: Annita á Fríðriksmørk, 

Sambandi: Anna Falkenberg, 

Javnaðarflokkurin: Kristianna Winther Poulsen, 

Framsókn: Ruth Vang, 

Fólkaflokkurin: Elsbeth Mercedes Gunleygsdóttir, 

Miðflokkurin: Mia av Kák Joensen, 

 

Sjálvstýri og Framtakið fyri rættinum at velja Kannabis høvdu onki umboð sent. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder