2019-06-11 17:56
Á nevndarfundi hósdagin skipaði nevndin í Ferðavinnufelagnum seg við Henny á Líknargøtu frá Smyril Line sum formanni og Árna Olsen frá Atlantic Airways sum næstformanni.
Tað skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Hini í nevndini eru Hans Jákup Kollslíð frá HK-Bussum, Sakaris Frederiksen frá Fonn Flog, Aleth Nielsen frá Hotel Føroyum og Tórstein Christiansen frá Greengate, sum er virkin tiltakslimur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald