Innanlands

Henrik Old hevur takkað fyri seg - Dagfinn og Jákup eru nýggir á listanum

Umframt løgtingslimirnar Bjarna Hammer og Súsannu Bertholdsen, stilla Dagfinn Olsen og Jákup á Dul Sørensen upp fyri Javnaðarflokkin í Suðuroynni

Hann stillaði upp á fyrsta sinni í 1984, og hevur nú 78-ára gamli vágbingurin harvið av álvara tænt fyri seg í føroyskum politikki og fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd)

Hann stillaði upp á fyrsta sinni í 1984, og hevur nú 78-ára gamli vágbingurin harvið av álvara tænt fyri seg í føroyskum politikki og fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd)

2026-03-04 19:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann stillaði upp á fyrsta sinni í 1984, og hevur nú 78-ára gamli vágbingurin harvið av álvara tænt fyri seg í føroyskum politikki og fyri Javnaðarflokkin.

Hetta hevur Henrik Old bæði gjørt sum løgtingslimur í nógvum setum og sum landsstýrismaður.

Hann vildi ikki endaliga váttað tað í tinginum í gjár, men tað varð endaliga staðfest á uppstillingarfundi hjá Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag í gjár: Henrik Old stillar ikki uppaftur.

Sí eisini: Mest sannlíkt seinasti tingfundurin hjá Henriki Old

Ístaðin koma Dagfinn Olsen úr Vági og Jákup á Dul Sørensen úr Porkeri á Javnaðarlistan. Hetta staðfestir in.fo - júst Dagfinn Olsen hevur verið nógv virkin við at skriva fyri in.fo og Miðlahúsið.

[object Object]

Tað er fyrstu ferð, at Dagfinn Olsen og Jákup á Dul Sørensen stilla upp til løgtingsval.

Løgtingslimirnar Bjarna Hammer og Súsanna Bertholdsen stilla upp í norðaru helvt av Suðuroynni. Tey fingu ávikavist 450 (nummar 4 á listanum) og 276 atkvøður (nummar 10) í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder