Mentan

Henrik Weihe Joensen gevur út yrkingasavn

Verður givið út til heiðurs og minnis um, at tað í ár eru 80 ár liðin siðan annar verðaldarbardagi endaði

2025-03-13 16:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Yrkingasavnið er samansett við 80 yrkingum, prosayrkingum og ritroyndum. Yrkingasavnið Rák verður givið út til heiðurs og til minnis um, at tað í ár eru 80 ár liðin, síðani seinna heimskríggj endaði og Sameindu Tjóðir (ST) varð stovnað.

Samtíðis er yrkingasavnið ein viðurkenning til tey skrivandi fólk, burturi og heima, sum hava borið ein stóran, persónligan kostnað fyri sína skriving um samfelagslig viðurskifti.

Í myndatalu er tað sum at fara upp um bøgarðin at reika, tá mítt fyrsta yrkingasavn nú verður givið út, at eg

“hóast eisini varin av lyndi;
var tað so rákið, sum kyndi
undir neistaferðina, hagar fá kaga,
tí tey enn kanska garðin laða?”

Við vón um, at yrkingasavnið Rák gagnast øllum føroyingum umframt øðrum fólkasløgum, yngri og eldri, bæði innan og uttan fyri skúlagátt.

 [object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder