2019-03-26 13:37
Nýggja skipanin fyri bussleiðina í Tórshavnar kommunu kemur í gildi 1. apríl 2019. Kommunan ger á heimasíðuni vart við, at lýsta ferðaætlanin er ein royndarætlan, sum verður endurskoðað eftir tveimum mánaðum, og at møguligar tillagingar verða gjørdar sum frálíður.
Hetta kemur at føra við sær, at nøkur steðgistøð verða flutt og nøkur verða tikin burtur. Tá leiðin er innkoyrd eftir tveimum mánaðum verður endalig ferðaætlan sett upp við steðgistøðini.
Í royndartíðini ber til at fáa nýggju ferðaætlanina útskrivaða í Snarskivuni og VisitTórshavn. Lýsingar koma í fjølmiðlarnar í vikuni.
Leinkja til síðu er HER
Leinkja til kort er HER
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald