Mentan

Herborg Torkilsdóttir við nýggjum staklagi

"Vinarliga bíða við" er ein eftirfylgjari av lagnum "Náttin var okay", sum varð givið út í september

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-12-27 16:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár gav Herborg Torkilsdóttir út nýtt staklag, ið nevnist "Vinarliga bíða við".

Lagið er ein eftirfylgjari av lagnum "Náttin var okay", sum songkvinnan gav út í september.

Hvat hendi, tá náttin var okay, tey gjørdust par og gerandisdagurin vísti sítt andlit? Kanska hetta?

Herborg eigur orð og lag, meðan Danny Beck úr Manchester hevur framleitt. 

Í lagnum hoyra vit m.a. um ein "Jan", sum altíð ringir og órógvar, tá ætlanin er at hugna sær saman sum par.

Í sambandi við útgevingina, hevur Herborg sett eina kapping í gongd á sínum facebookvanga, har hon biður fólk, um at frámerkja onkran, sum tey síggja sum ein "Jan". Longu nú hava fleiri luttikið, og vinnarin verður funnin nýggjársaftan, verður sagt í tíðindaskrivi.

"Vinarliga bíða við" kann hoyrast á m.a. YouTube og Spotify.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder