Festivalurin Oy Voxbotn hevur í dag kunngjørt enn eitt føroyskt navn til tiltakið, sum verður seint í hesum mánaðinum.
Hon verður avdúkað sum "Landaplágan, sum hevur ríkað okkum oyru og hjørtu seinastu árini"
- Sum vit eru glað fyri, at Herborg Torkilsdóttir verður við á OY Voxbotn 2023.
Vit gleða okkum at syngja við, vit gleða okkum at hoyra hennara skemtiligu sangir, vit gleða okkum at dansa og gleða okkum til eina góða løtu, tá Herborg trýnir á pall vikuskiftið 23. og 24. juni
Havnarkvinnan hevur kendar sangir sum "Náttin var okay", "Álvaratos" og "Eg uttan teg". Teir fer Herborg at framføra í Vágsbotni fríggjadagin 23. juni ella leygardagin 24. juni - Voxbotn er í ár tveir dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald