Innanlands

Heri Ellingsgard gevst sum sjúkrahússtjóri

Klaksvíkar Sjúkrahús skal hava nýggjan stjóra, veit Norðlýsið í dag

2019-01-08 13:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevur biðið Heilsumálaráðið um at verða loystur úr starvi til várs.

Tað váttar hann fyri Norðlýsinum í dag.

Hann sigur við lokalblaðið at hann hevur verið í starvinum í 35 ár og at hann nú er 63 ára gamal.

- Nú haldi eg at tíðin er komin hjá mær, at lova øðrum framat starvinum, sigur Heri Ellingsgaard við Norðlýsið.

Hetta er so nýtt, at hann enn ikki hevur fingið svar frá Heilsumálaráðnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder