
Grækarismessa er hesaferð mitt í viku, mikudagin 12. mars.
Í summum støðum verður Grækarismessuhald um vikuskifti ístaðin. Soleiðis er millum annað í Vági, har tað verður sunndagin 9. mars.
Tað er Skótaliðið Royndin, sum skipar fyri haldinum. Staðsetingin er við Minnisvarðan í Vági.
Skótar og úlvar ganga skrúgongu klokkan 15:45 úr skótahúsinum oman til Minnisvarðan, har tað byrjar klokkan 16.
Tað verður Heri Mortensen, vanliga Heri hjá Kissaba, sum heldur røðu. Hetta skrivar Vágs kommuna.
- Heri er vágbingur og hevur verið ein av okra fremstu svimjarum og eisini íðin innan fyri kappróður.
Sangkórið Ljómur luttekur við kórsangi og felagssangi. Aftaná bjóðar skótaliðið ein drekkamunn inni í Miðlatúni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald