Innanlands

Herjólfur III: Nú er undirskrivað

Íslendingar hava nú skrivað undir leigusáttmálan við Strandfaraskip Landsins

Herjólfur III (Mynd: Sverri Egholm)

Herjólfur III (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-03 12:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Longu áðrenn Herjolfur III er farin í sigling á Suðuroyarleiðini, hevur ferjan verið nógv umrødd. Men nú hava íslendingar skrivað undir, og Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni er farin til Íslands eftir sáttmálanum.

Tað veit Kringvarpið í dag.

Mánadagin kom íslendska ferjan, sum hevur siglt millum Vestmannaoyggjar og fastlandið, á Skála, har skipið skal til 30 ára klassing.

Herjólfur III skal sigla við farmi millum Havnina og Tvøroyri, og skal avloysa Smyril seinni í summar, tá strandfaraskipið fer í dokk.

Ferjan er 70 metrar lang og 16 metrar breið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder