
Í minsta lagi 19 fólk eru deyð eftir at eitt hernaðarflogfar í dag datt niður í einum skúla nærindis Dhaka, sum er høvuðsstaður í Bangladesj.
Sambært Reuters er talan um eitt venjingarflogfar úr flogverjuni hjá Bagladesj.
Yvir 100 fólk - bæði børn og vaksin - eru innløgd við brunasár.
Skúlin liggur norðanfyri høvuðsstaðin og hevur nærum 200 næmingar.
Muhammad Yunus, virkandi leiðari í landinum, lovar, at vanlukkan verður kannað. Myndugleikarnir stúra fyri, at nógv av ofrunum eru børn.
Ein næmingur í 3. flokki er millum tey deyðu, og tveir aðrir næmingar, sum eru ávikavist 12 og 14 ára gamlir eru álvarsliga løstaðir.
Sambært AP er talan um eitt flogfar av slagnum F-7 BJI, sum er bygt í Kina. Tað sigst at vera dottið niður, stutt eftir, at tað var farið í luftina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald