110.000 fólk, sum skuldu flúgva úr Gatwick Airport í London síðani í gjár, eru enn ongan veg komin. Orsøkin er, at flogførini ikki sleppa avstað, tí at onkur flýgur við dronum inni yvir flogvøllinum.
Einki flogfar er flogið til ella frá flogvøllinum seinastu 24 tímarnar, og nú er avgjørt at fara harðligari til verka.
Útlendskir miðlar skriva, at løgreglan hevur havt snigskjúttar á staðnum, sum royna at skjóta dronurnar niður, men at hetta ikki hevur eydnast serliga væl, tí at vandi er at skotini enda á skeivum stað. Tí er hendan royndin steðgað. Nú er herurin sendur til flogvøllin.
Vandin við dronunum er, at um hesar bresta saman við flogførunum, so ger tað størri skaða, enn tá flogfør bresta saman við fuglar, m.a. tí at dronurnar hava eitt battarí, sum kann spreingja.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald