2025-12-12 09:23
Hósmorgunin varð boðað frá, at onkur hevði knúst rútarnar í hurðunum á smoltstøðini hjá Bakkafrost á Norðtoftum.
Higartil er ikki boðað frá, at nakað er stolið, og verður málið kannað sum herverk.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at løgreglan hevur lívfrøðilig spor at ganga eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald