Innanlands

Herverk framt á bil í Havnini

Hol varð gjørt á øll dekkini, og bilurin var skøvaður. Eigarin sigur við løgregluna, at hann heldur seg vita, hvør hevur gjørt hetta, og at tað er persónligt. Málið verður nú kannað nærri

Løgreglan skal nú kanna serligu støðuna (Mynd: Sverri Egholm)

Løgreglan skal nú kanna serligu støðuna (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-18 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein av fráboðanunum, ið løgreglan hevur fingið seinasta samdøgrið snýr seg um eitt herverk, ið kann vera rótfest í nøkrum persónligum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur við Portalin, at ein heldur serlig fráboðan kom inn í gjárkvøldið frá einum bileigara. Viðkomandi hevði sín bil standandi í Vesturbýnum, og tá hann kom fram á hann var greitt, at tað ikki bar til at fara avstað við bilinum.

Hol var á øllum fýra dekkunum. Umframt hetta var bilurin skøvaður. Hetta sá harvið út sum tilætlað herverk, og eigarin upplýsti fyri løgregluni, at hann heldur seg vita, hvør viðkomandi er.

Talan er helst um onkur persónlig viðurskifti og tilætlað herverk, og vaktleiðarin sigur, at løgreglan seinni í dag fer at kanna málið nærri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder