- Eg eri ikki so glað fyri at flúgva, men nú Tina er komin í finaluna, so helt eg, at eg mátti fara.
Soleiðis segði Mortina Petersen, vanliga kallað Tina, tá vit støðgaðu henni í viðførishøllini í Kastrup um middagsleitið.
Omman er komin til Danmarkar at stuðla ommudóttrini, ið er uppkallað eftir henni, nú Tina Mellemgaard er komin í finaluna í X Factor.
Men tað er ikki bara spenningur yvir, hvussu tað fer at gangast Tinu í kvøld.
Eitt nýtt ommubarn, ein lítlibeiggi ella -systir hjá Tinu væntast at heilsa verðini góðandag hvørja løtu tað skal vera...
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald