Í kvøld verður sætta umfar av live-shows í X Factor á TV2, og seinasta umfarið áðrenn finaluna.
Fýra luttakarar skulu skerjast niður í tríggjar, sum sleppa við til seinastu sendingina.
Luttakararnir skulu syngja tveir sangir í part í kvøld. Tað vera tvey evni.
Í fyrsta umfari skulu tey syngja veitslusangir, ella sangir, ið snúgva seg um at halda veitslu. Og í øðrum umfari skulu tey syngja um morgunin eftir veitsluna – ‘dagen derpå’
Aftur í kvøld fer 19-ára gamla Tina Mellemgaard at syngja ein av sínum egnu sangum. Sangurin hon fer at syngja í fyrra umfarinum eitur “Åben”.
Í øðrum umfari syngur hon “I’ll Never Love Again” hjá Lady Gaga úr vælumtókta filminum “A Star is Born”.
25 ára gamli Kári Fossdalsá leggur út eitt sindur meira festligt. Hann byrjar við vælumtókta sanginum hjá Daft Punk, Farrel Williams og Nile Rogers “Get Lucky”. Hin sangurin hjá Kára verður “Dancing on my Own” hjá svensku Robyn.
Í kvøld fáa dómararnir ikki avgerðina um hvør skal sendast heim. Í kvøld er tað bara hyggjararnir, sum avgera hvørjir tríggir luttakarar sleppa víðari til finaluna.
Til ber at atkvøða fyri Kára við at senda sms við tekstinum ‘KA’ til 1234
Til ber at atkvøða fyri Tinu við at senda sms við tekstinum ‘TI’ til 1234
Portalurin verður í kvøld á staðnum í Brøndby, har X Facor verður tikið upp, og vit fara at gera samrøður, taka myndir og annað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald