Innanlands

Hesi eru tilnevnd til Embla-virðislønina

Vinnararnir av Embla matvirðislønunum verða latnir í Reykjavík 1. juni

2019-05-03 09:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú skulu nýggir Embla vinnarar aftur finnast. Hvat er besta matferðamál í Norðurlondum? Hvør er besti matíverksetari? Og hvør er besti matmiðlari?

Virðislønin var sett á stovn fyri at deila vitan og royndir innan matframleiðslu í Norðurlondum. Summarið 2017 vóru Embla virðislønir handaðar fyri fyrstu ferð. Tá gjørdu Føroyar eitt ordans hál. Úr Føroyum vóru tá fýra tilnevnd og av hesum vunnu vit tríggjar Embluvirðislønir. Føroyar vóru tá einasta land, sum vann meiri enn eina Embluvirðisløn.

Embla fagnar tað besta í norðurlendskari matgerð: rávørur, matvørur, framleiðsluhættir og fakfólkini aftanfyri. Embla er ein verkætlan, ið norðurlendska samstarvið Nýnorðurlendskur matur hevur raðfest, og sum Norðurlandaráðið hevur stuðlað. Føroyska luttøkan er skipað í samstarvi millum Bóndafelag Føroya, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, iNOVA, Visit Faroe Islands og Atlantic Airways.

Tað verður 1. juni í Reykjavík, at ein dómsnevnd við umboðum úr øllum luttakaralondunum, fer at gera av, hvørji skulu fáa norðurlendsku matvirðislønina 2019.

Tey tilnevndu úr Føroyum eru:

[object Object]

Ein dagur á Grynnuni – Norðurlendskur matur til børn og ung 2019
Ein dagur á grynnuni er stórt mattiltak, sum skipað verður fyri í Tórsgøtu í Havn. Har verður ljós varpað á tilfeingið í sjónum, har málbólkurin fyrst og fremst er børn og ung og familjur. Dagurin gevur ungum og eldri møguleium at royna eitt breitt úrval av sjómati, sum veðrur borðreidd av sjálvbodnari arbeiðsmegi – heruppií løgtingsfólki.

Eisini verður ein fiskikapping fyri børn, tey sleppa umborð á sluppina Norðlýsið hjá skiparanum Birgiri Enni og nógv undirhald er til børn og ung. Sjósavnið hevur eisini framsýning av ymiskum fiskasløgum, har børn fáa nógv burtur úr.

[object Object]

Jóan Pauli Joensen – Norðurlendski matsamskiftarin 2019
Dr. Phil & fil.dr. Jóan Pauli Joensen hevur nýtt ein stóran part av sínum lívi at granska og skjalprógva føroyska køkin og handverkið runt matin fyri at miðla og varðveita eina serliga matmentan, sum hevur verið undir trýsti frá innfluttum matvørum.

Granskingin hjá Jóan Paula er nú ein partur av bókini: “Ból og biti: Matarhald í Føroyum”, sum ofta verður nýtt sum ein tilvísing tá føroysk matlist verður umrødd. Síðani hevur hann skrivað fleiri bøkur um evnið.

Siðvandu teknikkirnir og handverkið, sum Jóan Pauli hevur havt ein stóran leiklut í at varðveita, spæla nú ein stóran leiklut í nýggju og nýhugsandi hættunum í føroyskari matlist.

[object Object]

Gimburlombini – Norðurlendskt matferðamál 2019
Tey framúr nýhugsandi fólkini handan “Gimburlombini” í Nólsoy eru sera dugnalig til at gera alla Nólsoynna og fólkini í bygdini sum ein part av samlaðu ferðavinnuupplivingini og harafturat eisini alt, sum oyggin hevur at bjóða. Hetta verður gjørt uppá ein sera nýhugsandi og modernaðan hátt.

Til dømis er maturin, sum tey borðreiða við, í stóran mun gjørdur úr lokalt framleiddar matvørur.

Meira siðbundna og gamaldags oyggjamentanin verður við Gimburlombunum sett í eitt heilt nýtt og meiri modernað høpi, tá tú fert á gongutúr við teimum at heinta hvonn til Hvonnpitsa, ella tá tú fert ein sjórænaratúr við børnunum

[object Object]

Tarvskálvar á Gásadalsgarðinum – Norðurlendski mathandverkarin 2019
Eftir vanligum siði eru tarvskálvar sæddir sum burturkast, sum vórðu beindir burtur, tá teir vóru føddir.

Gásadalsgarðurin hevur funnið ein hátt at nýta hetta tilfeingið, har tey ala tarvskálvarnar vistfrøðiliga, fletta teir og ræsa kjøtið í einum hjalli. Hetta er ikki ein vanligur arbeiðsháttur, tá tað kemur til oksakjøt og úrslitið er ein serstøk matvøra sum veðrur nýtt í einum ræstari oksakjøtssúpan.

Súpanin hevur fingið góð ummælir frá miðlafólki úr matheiminum, og verður borðreidd í somu hølum, har tarvskálvurin var flettur.

[object Object]

Johannes Jensen – Norðurlendski matíverksetarin 2019
Johannes Jensen er uppvaksin við hotelvirksemi. Hann hevur starvast innan fiskasølu í 18 ár og seinastu 15 árini hevur hann starvast í hotel- og matstovuvinnuni.

Hann hevur latið upp 13 matstovur á stovn, allar við ymiskum og serstøkum yvirsbráði. Eisini hevur hann spælt ein stóran leiklut í at gera føroyska køkin og matlist til ein sýnisglugga bæði fyri føroyingar og útlendingar.

Millum matstovurnar, hann hevur latið upp, er 2 stjørnaða Michelin-matstovan KOKS, sum setur lokalar rávørur í  miðdepilin. Tær fýra matstovurnar í hópinum Heima í Havn í eyðkendu gomlu húsunum við grastekjunum. Ein av hesum matstovunum Ræst borðreiðir einans við røstum mati, nakað sum var óhugsandi fyri einans 10 árum síðani.

Soleiðis er Johannes ímyndin av einum íverksetara innan matgerð, sum tekur stórar váðar á seg, og hugsar nýskapandi og fjølbroytt fyri at varðveita føroyska matlist.

[object Object]

Grøna oyggin – Norðurlendski rávøruframleiðarin 2019
Grannabóndagarðarnir Miðstovugarður og Uttastovugarður liggja heima á Sandi.

Teir hava gingið undan við at dyrka grønmeti í Føroyum. Hetta hevur ikki verið gjørt í fleiri mansaldrar orsakað av náttúrliga umhvørvinum og møguleikanum at innflyta grønmeti bíliga.

Við at royna nakað nýtt, gera onkrar feilir og menna, so hava tey fingið størri serkunnleika at dyrka grønmeti í ráum umhvørvi. Og við atgongd til grønmeti við serligari dygd, hevur føroyska matarumhvørvi fingið rávøru at menna seg við.

Bóndagarðarnir hava ótroyttiliga gjørt vart við høgu góðskuna á lokalt framleiddum grønmeti, til dømis á árliga eplafestivalinum, sum nú er eitt ferðavinnutiltak, sum fevnir um alla Sandoynna.

Seinasta menningin er ein áhugabólkur á Sandi, sum kallast Veltan. Veltan arbeiðir við at marknaðarføra og selja framleiðsluna av grønmeti á oynni. Veltan er eisini ein pallur fyri sølu og ein pallur fyri nýggja Fólkaháskúlan, sum er grundaður á grønmetisframleiðslu.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder