Innanlands

Hesi ferðamannamál eru best umtókt

Nettænastan fyri ferðafólk, guidetofaroeislands.fo, hevur nú 100 ymiskar skipaðar túrar at velja ímillum

2019-01-18 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er ikki Kirkjubømúrin, Tinganes, Beinisvørð ella Christianskirkjuna, sum ferðafólk í Føroyum helst vilja sleppa at síggja og avmynda.

Nei, tað eru náttúruperlurnar í Vágum, Múlafossur, Trælanípan, Bøsdalafossur og Geitaskorardrangur.

Í hvussu so er sambært ferðafólkatænastuni guidetofaroeislands.fo, sum er ein heimasíða, sum hevur savnað túrar og útferðir, sum ferðandi kunnu keypa sær til í Føroyum.

Guide to Faroe Islands-heimasíðan hátíðarheldur í hesum døgum, at tænastan nú er komin upp á 100 ymiskar skipaðar túrar við ferðaleiðara at velja ímillum.

30 ymiskir føroyskir veitarar standa fyri hesum breiða úrvali av túrum, sum fevna um alt frá gongutúrum og fiskitúrum til mentanarkvøld og matupplivingar.

Guide to Faroe Islands hevur sum endamál at leggja lunnar undir eina burðardygga og væl skipaða ferðavinnu í Føroyum og leggur seg eftir at fáa ferðavinnuna at blóma kring alt landið, soleiðis at inntøkurnar frá ferðavinnuni fella til veitarar í øllum krókum í landinum, verður sagt. Hugsjónin er tann, at fleiri í framtíðini kunnu bjóða ferðafólkum veitingar og kunnu liva av hesum.  

Í sambandi við at nýggj ferðamannavertíð stendur fyri framman og fyri at hátíðarhalda góðu undirtøkuna skipar Guide to Faroe Islands fyri samkomu fyri sínum veitarum í Evensens pakkhúsi, neystinum hjá Róðrarfelagnum Knørri komandi fríggjadag.

Á guidetofaroislands.fo síggjast teir ymsu túrarnir, sum keypast kunnu. Men heimasíðan hevur eisini sett upp ein lista yvir tey best umtóktu ferðamálini. Og her er tað kendu ferðamálini, sum liggja tættast flogvøllinum í Vágum, sum eru best umtókt sambært ”The 11 best attractions in the Faroe Islands”. 

Listin sær soleiðis út:
1. Múlafossur í Gásadali
2. Trælanípa
3. Bøsdalafossur
4. Geituskoradrangur við Bøsdalafoss
5. Saksun
6. Vitin á Kallinum
7. Hvíthamar oman fyri Funning
8. Gjógv
9. Tjørnuvík
10. Ásmundarstakkur vestan fyri Sandvík
11. Vestmannabjørgini

Ein teirra, sum hevur vitjað nøkur av hesum støðum er ukreinska listakvinnan, bloggarin og ”youtubarin” Anya Anti, sum nú er búsitandi í USA. Guide to Faroe Islands vísir eitt nú á YouTube-filmin frá hennara Føroya-ferð:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder