Í kvøld verður árliga Geytahandanin í Norðurlandahúsinum. Geytavirðislønin verður latin tí besta føroyska stuttfilminum.
Átta filmar eru í uppskoti, og Kringvarpið skrivar, at tvær virðislønir verða latnar. Geytavirðislønin er 30.000 krónir, og tað er ein dómsnevnd, sum kjósir vinnaran av henni. Ein áskoðaravirðisløn verður eisini latin. Har fær vinnarin 25.000 krónir
Í filmsnevndini, sum skal velja Geytavinnaran, sita Birgir Kruse, formaður, Gunn Hernes, Norðurlandahúsið, Jan B. Jørgensen, Klippfisk, Marjun Niclasen, Filmshúsið, Eilen Anthoniussen, Tórshavnar Kommuna, Ivan Niclasen, Kringvarp Føroya.
Filmarnir, sum eru um boðið eru hesir:
12. Leikstjórar: Hanna Davidsen og Mikkjal Davidsen.
Góðastova. Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð
Omman. Leikstjóri: Julia í Kálvalíð
Ikki illa meint. Leikstjóri: Andrias Høgenni
Julians Stigi. Leikstjóri: Atli Brix Kamban
Annika. Leikstjóri: Heiðrik á Heygum
Tyggigummi. Leikstjóri: Gudmund Helmsdal
Et visit. Leikstjóri: Sára Wang
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald