Nýskipanarnevndin varð sjósett í fjør til tess at koma við tilmælum til politisku skipanina um møguligar bygnaðarbroytingar - til nýskipanir.
Talið av landsstýrisfólkum fór niður áðrenn jól, men ikki langt inn í 2026 varð nýval útskrivað. Og so fór formaðurin í upprunaligu nevndini, Ben Arabo, upp í polittikk.
Stutt seinni gavst Súni Selfoss. Í gjár vórðu broytingar í nevndini loksins kunngjørdar
Eftir kunngjørdu broytingarnar týsdagin 1. september, sær Nýskipanarnevndin nú soleiðis út:
Finn Danberg, formaður (stjóri í P/F Lyfta)
Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni
Óluva Klettskarð, undirvísari á Miðnámi á Kambsdali
Heri á Rógvi, stjóri í Lóðri
Suni Justinussen, forstjóri í Magn
Hjørdis Gaard Lailudóttir, stjóri í Movera
Les meira: Finn Danberg nýggjur formaður í nýskipanarnevndini
Hoyr Finn Danberg í FM1-samrøðu: - Neyðugt við broytingum í føroyska samfelagnum
Finn Danberg og Suni Justinussen, ávikavist stjóri í Lyfta og forstjóri í Magn, eru nýggju limirnir.
Teir avloysa Ben Arabo, sum nú er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Súna Selfoss, formann í Starvsfelagnum.
![]()
Upprunaliga Nýskipanarnevdin í september 2025, tá hon varð sett á stovn. Eitt ár seinni sær nevndin nakað øðrvísi út (Mynd: Kringvarpið)
Bæði løgmaður og nýggi formaðurin í nevndini staðfesta, at har noyðast broytingar at setast í verk á ávisum økjum. Júst hvørjar er óvist, men nú skal ein øðrvísi samansett Nýskipanarnevnd í gongd aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald