Innanlands

Hesi skulu fyrireika Suðuroyartunnilin

Sambært samferðsluætlanini kemur tunnilin upp í Skúvoy

2019-03-08 14:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gekk bert eitt samdøgur frá tí at Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum, hevði lagt nýggju samferðsluætlanina fram fyri Løgtingið, og av røðarapallinum boðað frá, at koyrandi verður til Suðuroyar gjøgnum nýggjan tunnil áðren 11 ár eru gingin, til hann setti ein arbeiðsbólk at fyrireika verkætlanina.

Samferðslumálaráðið boðar í dag frá, at ráðið ”saman við Heðini Mortensen, landsstýrismanni” hevur avgjørt at seta ein arbeiðsbólk, ið skal hava sum arbeiðssetning at kanna og útgreina møguleikar, fyrimunir og vansar fyri at gera ein Suðuroyartunnil frá Sandoynni til Suðuroyar.

Samferðslumálaráðið metir, at tað hevur týdning at gera forkanningar, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum er í gongd, soleiðis at tað eisini í byggitíðarskeiðinum verður gjørligt at meta um møguligar fyrimunir ella vansar at byrja arbeiðið upp á Suðuroyartunnilin.

Bæði stjórin og nevndarformaðurin í pf. Eysturoyar- og Sandoyartunnlar, ávikavist Teitur Samuelsen og Bergur Poulsen, eru við í arbeiðsbólkinum, og Bergur Poulsen er eisini valdur til formann.

Hini í arbeiðsbólkinum eru: Armgarð Steinholm, Landsverk, Theresa Kreutzmann, ráðgevi, Einar Brimnes, verkfrøðingur, Gudmund Mortensen, vinnulívsmaður, Barbara Thomsen, fulltrúi, Ingibjørg Berg, ráðgevi og Tórir Michelsen, Fíggjarmálaráðið.

Arbeiðið at bora ein Suðuroyartunnil er ein stór verkætlan, sum ikki kann setast í gongd fyrr enn allar fortreytir eru uppfyltar. Tí verður arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum eisini at gera kostnaðarmetingar, tíðarætlan og at kanna fíggjarmøguleikar v.m.  

[object Object]

Ein tunnil úr Sandoy til Suðuroyar fer at vera um 23 kilometrar langur. Landsverk mælir tí til, at ein loysn verður vald, har farið verður upp í Skúvoy, tí so ber til at stytta tann longra tunnilin nógv, so hann fer niður á 17 kilometrar. Við hesi loysnini skulu tilsamans 26 kilometrar av tunli borast.

Soleiðis stendur í Samferðsluætlanini um tunnlarnar til Suðuroyar: ”Annar tunnilin byrjar, áðrenn komið er inn í bygt øki á Sandi og fer upp í Skúgvoynni, og hann verður 9 km langur. Í Skúgvoy verða 400 m av vegi gjørdir, áðrenn farið verður í næsta tunnilin, sum gongur til Sandvíkar. Hesin tunnilin er 17 km til longdar. Ein annar møguleiki enn ein tunnil úr Sandoy til Skúgvoy er byrging ella brúgv frá Skarvanesi til Skúgvoy. Tá hevði eisini verið møguligt at nýtt grót frá syðra tunlinum. Hóast tað ”einans” er 30 m djúpt í sundinum millum Skarvanes og Skúgvoy, fara 2/3 av tilfari at mangla til byrgingarkjarnuna. Dekkgrót, sum skal vera stórt grót, tí tað liggur í opnum havi, má spreingast út aðrastaðni. Ein brúgv á 4 km millum Skarvanes og Skúgvoy er mett at kosta 1,6 mia. kr. Í sambandi við jarðfrøðina, har tunnilin væntandi fer at liggja, eru ymsar kanningar neyðugar fyri at kenna jarðfrøðina væl á leiðini, og síðani endaliga staðseta tunnilin.”

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder