Innanlands

Hesi skulu kóka drekkivatnið

Óvissa hevur verið um hvørji tey eru í Vági, sum skulu kóka drekkivatnið

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2019-06-04 13:21 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í samband við at Vágs kommuna hevur yvirtikið Brekkugerðar Vatnfelag, vórðu royndir tiknar av vatninum. Vatnroyndir vórðu tiknar av vatni frá brunninum hjá gamla Brekkugerðar Vatnfelag og staðfest var, at bakteriur eru í drekkivatninum. Kommunan heitti tí á borgarar, sum fáa vatn frá Brekkugerðar Vatnfelag, um at kóka vatnið til lýst verður aftur.

Men óvissa hevur stungið seg upp um hvør tað er, sum fær vatn frá Brekkugerðar Vatnfelag. Fleiri borgarar hava vent sær til kommununa fyri at vita, um tey skulu kóka sítt vatn. Tí hevur kommunan nú latið gjørt eitt kort, sum vísir hvørji fáa vatn frá felagnum og tískil skulu kóka vatnið.

Ovast í greinini er kort yvir hvørji húsarhald fáa vatn frá Brekkugerðar Vatnfelag.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder