Innanlands

Yvirlit: Toppskjúttar hjá flokkum sínum og topp-tíggju samanlagt

Beinir Johannesen fekk flestar atkvøður Bárður á Steig Nielsen, Steffan Klein Poulsen og Ruth Vang settu persónlig met, meðan Aksel V. Johannesen gekk nógv aftur. Bjørg Brynhildardóttir Egholm kom inn við einum braki - fleiri høvdu stóra framgongd

Fólkafloksformaðurin gjørdist fyrstvaldur á valinum í gjár við 1.677 atvkøðum men er ikki longur í søgubóknum sum yngst valda tingfólki - tað er nú Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum endaði ovast á listanum við Tjóðveldi 972 atkvøðum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fólkafloksformaðurin gjørdist fyrstvaldur á valinum í gjár við 1.677 atvkøðum men er ikki longur í søgubóknum sum yngst valda tingfólki - tað er nú Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum endaði ovast á listanum við Tjóðveldi 972 atkvøðum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-27 06:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgtingsvalið í gjár var á ymsan hátt torførari at meta um enn fleiri av undanfarnu valunum.

Soleiðis var eisini, og merkisverd Fleiri - serliga í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi - full. Onnur lyftu sítt atkvøðutal nógv, og nýggj fólk komu brakandi inn.

[object Object]
Ben Arabo er nú alment politikkari eftir eitt flott val (Mynd: Jens Kr. Vang)

At Ben Arabo fór at verða valdur fyri Javnaðarflokkin, var sum so eingin ivi um, men fyrrverandi formaðurin í nýskipanarnevndini fekk 955 atkvøður: Undir 2.000 færri enn formaðurin í flokkinum. Aksel V. Johannesen misti yvir 800 atkvøður, í mun til valið í 2022.

Les eisini: Beinir stendur sum vinnari - pápabeiggin sum ein av taparunum

Sí eisini: 
Aksel V. Johannesen: Suðuroyartunnilin er neyðugur - men hevur kostað kring landið
Beinir: - Havi ikki torað at trúð uppá góðu veljarakanningarnar

Bróðursonurin yvirtók sum fyrstvaldi samanlagt. Beinir Johannesen gekk tó í roynd og veru aftur við ellivu atkvøðum, í mun til seinasta løgtingsval. Á listanum hjá størsta flokkinum gingu Bárður á Lakjuni og Jørgen Niclasen tó nógv fram og endaðu báðir í topp-tíggju samanlagt. Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir og Jacob Vestergaard gingu eisini nógv fram, meðan Fróði Magnussen úr Havn var nýggja stóra navnið.

[object Object]
Sindur ymisk støða hjá familjulimunum úr Klaksvík - men tó nakað av plássi til smíli hjá tí sum stóð við væl verra úrslitinum. Kanska eitt samstarv hómast ? (Mynd: Jens Kr. Vang)

Myndir: Vinnarar og taparar av løgtingsvalinum í kvøld

Tvey forfólk settu persónlig met í gjár. Tað vóru Bárður á Steig Nielsen, sum hækkaði atkvøðutali við 127 atkvøðum og nærkaðist 1.500, og Ruth Vang, sum var beint undir 1.000 atkvøður.

Á Sambandslistanum gekst eisini av álvara framá hjá Eyðdis Hartman Niclasen og Helga Abrahamsen: tey bæði sum stóðu hvør sínu megin í stríðnum um fosturtøkumálið vóru ávikavist næstvald og triðvald á listanum. Síðani kom ein spildurnýggjur í landspolitikki inn sum nummar fýra hjá Sambandsflokkinum.

Les eisini: Atli F. Johansen er tingmaður eftir kanónval

Sí eisini: 
Bárður ynskir eina breiða semju
Ruth Vang: - Eg síggi góðar møguleikar í samstarvinum við Fólkaflokkinum - og við øðrum

[object Object]
Bárður á Steig Nielsen hevði eitt gott kvøld - og tað hevði Sambandsflokkurin sum heild eisini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hjá Tjóðveldi og Miðflokkinum var forfólki ikki ovast. Sirið Stenberg gekk nakað fram frá seinasta vali, síðani hon er vorðin forkvinna í Tjóðveldi, men gamli formaðurin Høgni Hoydal og nýggja stjørnuskotið í flokkinum og í føroyskum politikki, Bjørg Brynhildardóttir Egholm endaðu frammanfyri.

Sí eisini: Bjørg Brynhildardóttir Egholm yngsta tingfólk nakrantíð
- Eg hevði sagt bullshit

[object Object]

[object Object]
[object Object]
Sirið Stenberg kundi eftir úrslitið á Hálsi fegnast. Við 566 var Sirið Stenberg tó ikki ikki meira enn triðvald hjá Tjóðveldi (Myndir: Jens Kr. Vang)

Steffan Klein Poulsen gekk aftur fram, og nú fór tann yngri av Miðflokkatingmonnum frammum tann eldra - og væl og virðiliga tað. Jenis av Rana misti so at siga helmingin av sínum atkvøðum frá 2022, meðan Steffan Klein Poulsen kom uppum 700 atkvøður. Miðflokkurin fekk aftur tvey tingfólk.

[object Object]
Ikki eitt serliga gott persónligt val hjá Jenisi av Rana - serliga í mun til seinasta val, og Miðflokkurin gekk yvir eitt prosent aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Topp-tíggju í atkvøðutali samanlagt:

1. Beinir Johannesen, 1.677 (A)
2. Bárður á Steig Nielsen, 1.478 (B)
3. Aksel Vilhelmsson Johannesen, 1.144 (C) 
4. Ruth Vang, 992 (F)
5. Bjørg Brynhildardóttir Egholm, 972 (E) *
6. 
Ben Arabo, 955 (C) *
7. Bárður á Lakjuni, 837 (A)
8. Steffan Klein Poulsen, 701 (H)
9. Jørgen Niclasen, 659 (A)
10. Eyðdis Hartmann Niclasen 636

Sámal Petur í Grund (D) fekk 551 atkvøður, sum er persónligt met - og eitt tal sum fekk Sjálvstýri inn um tinggátt í kvøld.

Sí eisini: Video: Á veg at fegnast um semjuna - løgreglan støðgaði Sámal Peturi

Sí øll úrslitini her

[object Object]Sámal Petur í Grund fegnast og verður fagnaður. Sjálvstýri megnaði at stríða seg uppum tinggátt, og royndi politikkarin verður aftur at síggja í løgtinginum..

[object Object]...ella í Tinganesi saman við Beini Johannesen (Myndir: Jens Kr. Vang)

Myndir: Vinnarar og taparar av løgtingsvalinum í kvøld


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder