Týska rúmdarverksmiðjan Rocket Factory Augsburg, RFA, sum stóð aftan fyri miseydnaðu royndini á rakettútskjótingarpallinum í Hetlandi, SaxaVord Spaceport, farna mánadag, hevur ikki mist vónirnar um at skjóta eina veruliga rakett út í rúmdina “skjótast gjørligt”.
Men ætlan er seinkað í mun til upprunaligu ætlanirnar.
Týska felagið hevur nú leysgivið upptøkur av tí, sum hendi á rakettútskjótingarstøðini í landnyðringshorninum av oynni Unst har norðuri í Hetlandi, og greiðir nágreiniliga frá, hvat tað var, sum hendi.
Eitt umboð fyri felagið sigur, at ætlanin við royndini var at tendra allar níggju rakettmororarnar fyri fyrstu ferð. Átta tendraðu, men tann níggjundi hevði eitt “sera óvanligt frávik”. RFA heldur, at talan var um, at eldur var í eini súrevnispumpu.
Logarnir kveiktu skjótt í hinar motorarnar, har petroleum (kerosene) var við til at fóðra eldslogarnar.
Seinni var talan um ein sonevndan “súrevniseld”, sum var orsøkin til at øll uppsetingin datt niður.
Felagið ásannar, at eldsløkkiskipanirnar ikki vóru nóg stórar til at basa slíkum ógvusligum eldi.
- Hetta kemur í eini sera avgerandi tíð. Vit ætlaðu at senda fyrstu rakettina út innan fyri tær komandi vikurnar ella mánaðirnar. Hetta ber tíverri ikki til longur, sigur hann, upplýsir ikki nær fyrsta útskjótingin so verður.
Sjálvt undirstøðukervið hevur ikki tikið skaða av eldsbrunanum, men greitt er, at øll skipanin, ið skal halda rakettini upp á pláss í sambandi við útskjotingina, skal byggjast av nýggjum.
Eisini skulu ábøtur gerast á eldsløkkingarskipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald