Uttanlands

Hetland riggar seg til rúmdarvinnu

Og kann taka Føroyar við sær út í rúmdina

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður vitjar rúmdarhavnina í Hetlandi, her saman við undangongumanninum Frank Strang. Myndir Jan Müller og Shetland News.

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður vitjar rúmdarhavnina í Hetlandi, her saman við undangongumanninum Frank Strang. Myndir Jan Müller og Shetland News.

2025-03-23 15:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Norðast á oynni Unst í Hetlandi verður í hesum døgum grundarlag lagt undir  eina spennandi framtíðar vinnu, sum ikki líkist nakrari aðrari í Hetlandi ella fyri tað í Evropa. Talan er um eina rakettstøð, sum skal senda smærri fylgisveinar út í rúmdina. Stigtakarin til hesa fyri okkum oyggjabúgvar óvanligu verkætlan er Frank Strang , ein íverkseti av teimum stóru og ævintýrari tó enn við báðum beinum á jørðini. Rúmdarhavnin  kann gerast eitt týðandi lið í eitt nú verjuni av Evropa.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Eitt føroyskt ferðalag við landsstýrismanninum Bjarna K. Petersen á odda vitjaði í Hetlandi í vikuni. Eftir at tveir av royndu tyrlupilotunum hjá Atlantic Airways, Andreas Mourtisen og Rani Herup høvdu flutt okkum trygt og væl til Hetlands gekk leiðin fyrst út í oynna Unst, har verkætlanin “SaxaVord UK Spaceport” er við at taka skap. Ytst úti á oynni við útsýni til Atlantshav verður arbeitt við at byggja ikki færri enn tríggjar rakettútskjótingarpallar. Hesir skulu vera við til at nøkta stóra tørvin á smærri fylgisveinum hjá bæði fyritøkum og myndugleikum í øllum Evropa. Í dag eru bert tvey pláss í Evropa við slíkum útskjótingarstøðum, á Andøya í Norra og í Kiruna í Svøríki.

Orsøkin til at vit ikki finna slíkar útskjótingarstøðir á evropeiska meginlandinum er trygdin. Tað ber rætt og slætt ikki til at skjóta út rakettir við fylgisveinum í tættbygdum økjum. Og tí kemur Hetland inn í myndina.

[object Object]

Hetland sera vælegnað

Frank Strang er ikki í iva. Unst í Hetlandi er framúr vælegnað til endamálið og hevur hann lagt øll tey seinastu árini í hesa stóru og óvanligu verkætlan saman við íleggjarum og góðum fólki í Hetlandi. Við sær hevur hann eisini fingið ríkasta borgaran í Danmark, sum er størsti einstaki íleggjarin. Hann hevur eisini fingið stuðul frá bretskum myndugleikum og stjórnini, sum síggja stóra tørvin á eini útskjótingarhavn, ið kann taka kappingina upp við støðir í eitt nú USA.

-Hvat hendir tann dag, tá Elon Musk sløkkir fyri sínum Starlink fylgisveinum. Skulu vit tá øll vera bundin at hansara fyritøku spyr Frank Strang og svarar, at neyðugt er, at vit í Evropa hava nakað at senda upp ístaðin.

[object Object]

Tá føroyska ferðalagið  vitjaði í SaxaVord heilsaðust sum teir fyrstu Frank Strang og føroyski íverksetin Jóhan Mortensen. Teir hava kenst nú í fleiri ár og hevur Jóhan brúkt sín kunnleika frá SaxaVord til  at sannføra føroyingar um, at henda verkætlan kann lata upp fyri  avleiddum virksemi  fyri Føroyar sum “tracking” støð at taka niður data frá fylgisveinum.

[object Object]Føroyska ferðalagið á SaxaVord UK Spaceport. 

[object Object]Frank Strang stjóri fyri rúmdarverkætlanini og Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður.


Føroya Tele fylgir við

Føroya Tele hevur víst málinum stóran ans, og í tí sambandi var eisini Páll Vesturbú, stjóri í FT Net við í ferðalagnum. Í september í fjør varð skipað fyri tiltaki á Føroya Tele, har framtíðar møguleikar hjá Føroyum í sambandi við rúmdarvinnu vórðu á skránni eitt nú spurningurin um at brúka Føroyar sum “trackingstøð” í sambandi við útskjótingar frá Hetlandi.

Og nú vórðu brádliga umboð fyri bæði myndugleikar og vinnuna til steðar í sjálvum hjartanum á stóru hetlendsku rúmdarverkætlanini. Umboðini fyri landsstýrið og føroyskar vinnufyritøkur vóru ikki sørt hugtikin av hesum heldur sjáldsama íverksetanum í náttúruvakra umhvørvinum, har krákurnar venda.

[object Object]

Hugtakandi var at hoyra Frank Strang, fyrrverandi RAF pilot og undangongumann til verkætlanina, eldhugaðan greiða frá. Fyri eitt føroyskt ferðalag mundi henda løtan kennast sum nakað frá eini fantasiverð. Hann vísti  á eina  miseydnaða útskjótingarroynd í fjør, sum kortini ikki  gjørdist nøkur  vanlukka, eingin fekk skaða, tí allar trygdarreglur vórðu hildnar. Slík roynd eigur heldur ikki at metast sum nakað veruligt afturstig, tí í hesum ídnaðinum verður tað eisini tikið við, at alt ikki riggar beinanvegin. Avleiðingin er, at fyrsta útskjótingin er útsett til í heyst.

[object Object]

Frank er heldur  ikki maðurin, sum gevst á hondum hóast byrjunnartrupulleikar. Hann og fólkini rundan um hann arbeiða dag sum nátt at fáa hesa stóru verkætlan av bakkastokki. Í løtuni verður eisini gjørt klárt til enn tveir útskjótingarpallar. Tølini eru eisini ógvuslig, tá vit spyrja til kostnaðin. Higartil er brúkt nærum ein mia. kr, og tá alt er liðugt fer tað at nærkast  tveimum  mia. skilst.

[object Object]

[object Object] 

NATO eisini áhugað

Frank Strang dylur ikki fyri, at henda verkætlanin er nakað serligt. Hon kann nevniliga fáa stóran týdning fyri bæði Hetland og Evropa annars, tí eftirspurningurin eftir útskjótingarhavnum í Evropa er alsamt vaksandi. Í dag eru tað mest stórveldini,  sum standa fyri slíkum útskjótingum men tá  er tað eisini í nógv størri mát. Ídnaðurin í Evropa hevur tørv júst á eini slíkari støð til smærri rakettir og fylgisveinar,  sum henni á SaxaVord. Tað at eisini NATO verjusamgongan  hevur havt fyrispurning um at kunna brúka støðina sigur heldur ikki so lítið um týdningin av henni.  

[object Object]

Ótryggleikin í heiminum serstakliga eftir russisku innrásina í Ukraina og valið av Donald Trump til forseta í USA kann vera medvirkandi  til at skunda undir  royndirnar at byggja eina rakettútskjótingarstøð fyri fylgisveinar í Hetlandi. Rúmdarídnaðurin er annars undir stórum vøkstri í Evropa og leggja bæði Bretland og Týskland seg nú eftir at samskipa framtíðar fylgisveinaverkætlanir, bæði í sambandi við yvirvøku úr rúmdini eins og til handilslig endamál.  

[object Object]

Týskar fyritøkur ganga undan

SaxaVord Spaceport og  týska fyritøkan “Rocket Factory Augsburg (RFA)” hava boðað frá, at tey vilja fara undir uppskjóting av m.a. yvirvøku fylgisveinum. RFA hevur tí staðið fyri stóra kostnaðinum at fáa øll loyvini uppá pláss.  Hetta kemur eftir eina avtalu millum bretsku og týsku stjórnirnar um at menna verjusamstarvið. Avleiðingin av hesum kann hava alstóran týdning fyri rúmdarhavnina  í Hetlandi. Eisini bretska stjórnin hevur veitt stuðul til verkætlanina. Nú bíða so øll eftir, at SaxaVord skal kunna prógva sítt tilverugrundarlag.

Nú øll kravd loyvi, og tey eru mong, eru fingin til vega, vónar  Frank Strang, at vit fara at síggja nógv virksemi komandi árini eftir fyrstu útskjótingina í heyst.  Miðjað verður móti 8-10 útskjótingum um árið fram til 2030. Ein útskjóting er mett at kostar einar 70 mió. kr.

Frank Strang: -Vit liva í eini óstøðugari og ótryggari verð, har rúmdin kann koma at fáa alstóran týdning  fyri trygdina og  okkara búskapir, og her kann SaxaVord støðin fáa týdning í arbeiðinum at verja okkara áhugamál.

Fyrrverandi bretski trygdarráðharrin Tom Tugendhat segði herfyri, at rúmdin fer at hava ein týðandi leiklut fyri trygdina á jørðini. -Ein sjálvstøðug útskjótingarstøð  sum SaxaVord kann vera við til at  verja okkara áhugamál og okkara sameindu. Tí mugu vit vera tilreiðar at gera íløgur í verkætlanir sum SaxaVord.

[object Object]

[object Object]

Stóran týdning fyri fólkið í Hetlandi

Áðrenn føroyska ferðalagið fekk høvi at fara út á sjálva útskjótingarstøðina gjørdi Frank Strang greitt, at longu nú hevur henda verkætlanin sett ringar í sjógvin í Hetlandi. Tey ungu, sum rýma til Skotlands at útbúgva seg og oftani ikki venda heimaftur, síggja her bráddliga ein nýggjan møguleika. Tosað verður alla staðni um SaxaVord rúmdarhavnina, sum longu hevur sett nógv virksemi í gongd eitt nú  við at útbyggja infrakervið á Unst.

Stigtakararnir tosa eisini longu um at byggja eitt gistingarhús, sum kann taka ímóti forvitnum gestum eins og brúkarum. Og vónað verður at ein slík gongd eisini kann vera við til at seta ferð á ætlaninar at byggja tunlar til oyggjarnar Yell og Unst. Tá fer alt meira ella minni at ganga upp í eina hægri eind til gagns fyri lítla oyggjasamfelagið úti í Norðuratlantshavi og fyri verjuna av Evropa.  

Tað vil so aftur kunna skapa avleitt virksemi í Føroyum. Tá verður hugsað um at hava sonevndar trackingstøðir á landi, sum kunnu taka niður data frá fylgjusveinunum. Hetta kann so eisini fáa týdning fyri føroyskar granskingarstovnar so sum Havstovu, Jarðfeingi og Fróðskaparsetrið. Í so máta liggja Føroyar sera væl fyri at gerast partur av hesi stóru verkætlan.

[object Object]Frá tiltaki á Føroya Tele í fjør, tá umboð fyri danska rúmdarvinnu vitjaðu í Føroyum og m.a. umrøddu møguleikarnar fyri at fáa Føroyar við í rúmdarvinnuna eitt nú sum trackingstøð í sambandi við útskjóting

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder