Uttanlands

Hetlendingar á val í morgin

Skulu velja nýggjan lim í skotska tjóðartingið, Holyrood

Hetlendingar eiga eitt umboð í skotska tjóðartinginum (Mynd: visualhunt.com)

Hetlendingar eiga eitt umboð í skotska tjóðartinginum (Mynd: visualhunt.com)

2019-08-28 19:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgin skulu hetlendingar á val at velja nýtt fólk at umboða oyggjarnar í skotska tjóðartinginum í Edinburgh, Holyrood.

Talan er um eitt søguligt val, tí síðan skotska tjóðartingið varð endurstovnað í 1999, hevur bert ein maður umboða valdømið Hetland, nevniliga Tavish Scott úr liberaldemokratiska flokkinum.

Men 53 ára gamli Scott hevur nú tikið avgerð um at royna nýggjar leiðir, og fyrr í ár boðaði hann frá, at hann hevði tikið av einum tilboði um at koma at starvast fyri skotska rugbysambandið.

Í Bretlandi er tað so, at valt verður eitt umboð fyri hvørt valdømi. Um ein tinglimur doyr, ella sigur tingsessin frá sær, so skal umval til tað, ið eftir er av valskeiðinum.

Og tað er tað, sum hendir nú. Ávísur spenningur er sjálvandi um valið, tí Tavish Scott og liberaldemokratarnir hava sitið tungt á sessinum hesi seinastu 20 árini. Spurningurin er nú, um tey liberalu framvegis skulu kanna sær sessin, ella um onkur annar nú gerst meira áhugaðverdur fyri hetlendsku veljararnar.

Søguliga hava teirliberalu staðið sterkir í bæði Hetlandi og Orknoyggjunum, eisini seinastu árini meðan skotski sjálvstýrisflokkurin, SNP, hevur tikið seg heilt nógv fram.

Síðan 1999 hevur Tavish Scott vunnið valini trygt. Á seinasta vali í 2016 fekk hann næstan 70 prosent av teimum persónligu atkvøðunum.

Tíggju politikarar bjóða seg fram til leysa sessin í Holyrood. Seks umboða politiskar flokkar og fýra eru leysgangarar.

Valevnini eru hesi:
Liberaldemokratarnir: Beatrice Wishart
SNP: Tom Wills
Labour: Johan Adamson
Konservativu: Brydon Goodlad
UKIP: Stuart Martin
Scottish Green: Debra Nicolson

Harumframt eru fýra einstaklingar, sum ikki hava tilknýti til nakran av etableraðu flokkunum: Ian Scott, Michael Stout, Peter Tait og Ryan Thomson.

Valskeiðini í Skotlandi eru nú fimm ár, og næsta regluliga valið til Holyrood skal haldast í seinasta lagið 6. mai 2021.

Les eisini: Hetlendingar skulu velja nýggjan tingmann

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder