2026-01-17 13:18
Ein ungur maður hevur fingið fýra mánaða fongsulsrevsing fyri at smugla 1,9 kilo av hassji til Føroya.
Maðurin, sum er dani og fyrst í 20unum, varð tikin á Vága floghavn í gjárkvøldið. Hann varð handtikin, og játtaði seg sekan.
Maðurin var førdur fyri rættin í dag, har avgjørt var at geva honum fýra mánaðar í fongsli. Maðurin er nú leyslatin aftur og skal inn at sita dómin seinni - helst í Danmark, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald