2026-02-07 09:17
Í nátt var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi varð eitt mál skrivað.
Í einum bili var nevniliga ein, sum hevði ein lítlan klump av hassji uppiá sær, og verður viðkomandi sostatt skuldsettur fyri brot á rúsevnalógina.
Annars hevur náttin verið friðarlig, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald