Innanlands

Hevði hvørki neyðbluss ella rakettir umborð

Báturin hjá 53 ára gamla manninum var uppsteðgaður, og hann fekk ikki givið boð frá sær

Bakkafossur verður sleipaður í land (Mynd: Sverri Egholm)

Bakkafossur verður sleipaður í land (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-16 17:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um 15-tíðina kom grótbáturin Siri inn á havnina við bátinum Bakkafossur og 53 ára gamla manninum, sum løgreglan eftirlýsti fyrr í dag.

Maðurin hevði ikki verið sæddur síðan hann fór av Borðoyarvík seinnapartin í gjár, og orsøkin til hetta, er sambært Kringvarpinum, at báturin hjá manninum var uppsteðgaður og var rikin fyri vág og vind.

Maðurin hevði hvørki neyðbluss ella rakettir umborð, og fekk ikki givið boð frá sær.

Men báturin var funnin í øllum góðum úti við Glyvursnes, og maðurin hevur tað gott.

Les eisini: Maðurin og báturin funnin úti við Glyvursnesi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder