
Skulu tilboðini til umlætting til børn og vaksin hava opið hvønn dag, fer tað helst at krevja uml. fimm mió. krónur meira í játtan um árið, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, í svari til fyrispurning hjá Brandi Sandoy.
Brandur Sandoy vildi m.a. hava at vita, hví umlætting- og dagtilboð til børn og ung við autismu, fjølbreki o.ø. steingir tríggjar vikur hvørt summar, og hvat skal til fyri, at hesi tilboð skulu vera opin alt árið.
At stovnar stongja nakrar vikur um summarið er ikki nakað nýtt, og hevur hetta verið galdandi fyri fleiri stovnar hjá Almannaverkinum seinastu árini. Orsøkirnar eru bæði fíggjarligar og fakligar, sigur landsstýriskvinnan.
– Yvirskipað kann sigast, at fíggjarliga rásarúmið ikki er óavmarkað, og tí er neyðugt at raðfesta, hvussu játtanin best verður gagnnýtt. At hava stongt nakrar vikur um summarið gevur størri fíggjarliga orku til tænasturnar restina av árinum. Tó er tað so, at tænastur eisini verða víðkaðar um summarið, tí aðrir stovnar –m.a. skúlar –stongja í nógvar vikur. Tá hava frítíðartilboðini í Almannaverkinum, sum vanliga bert hava opið eftir skúlatíð, opið allan dagin.
– Eisini eru faklig atlit, sum gera, at valt verður at steingja nakrar vikur um summarið. Børn og ung, sum brúka umlættingar-og dagtilboðini í Almannaverkinum hava ofta so samansettan tørv, bæði likamliga og sálarliga, at tað krevur ein serligan fakligan kunnleika til teirra individuellu støðu, fyri at tænastan kann vera á einum støði, sum er fakliga nøktandi. Tey hava tørv á at hava roynd og kend fólk rundan um seg, og fleiri tola illa, at tað eru fremmandir feriuavloysarar, sum skulu vera um tey, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Hon leggur afturat, at tað sum heild er trupult at fáa feriuavloysarar til trivnaðarøkið í løtuni, og hevði tað tí í flestu støðum als ikki borið til at havt opið alt summarið.
Verður verandi starvsfólkahópur brúktur hesar vikurnar um summarið, vil feria hjá starvsfólkum ávirka tænasturnar í eitt langt tíðarskeið, heldur enn bert hesar einstøku vikurnar, tað er stongt, sigur hon.
Allur fyrispurningurin og alt svarið kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald