Mentan

“Hevur tú sæð Carmen?” - ein pixiopera fyri børn

Leikurin er á føroyskum, er tillagaður einum yngri málbólki og byggir upp á kendu operuna hjá Georges Bizet

(Mynd: HeinesenMyndir)

(Mynd: HeinesenMyndir)

2025-01-14 12:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Komandi vikuskifti setur Opera.fo upp barnaleik á Tjóðpalli Føroya. 

Talan er um ein fittan barnaleik, ein sonevnd pixi-opera, við íblástri úr kendu operuni Carmen, hjá franska tónaskaldinum Georges Bizet. Hugskot og handrit eigur Birita Adela Davidsen, sum eisini leikstjórnar.

Á pallinum er nýggi gentuleikbólkurin hjá Opera.fo, “Operetturnar”; 16 gentur í aldrinum 9 til 15 ár, sum spæla sjónleik og ljóðføri, syngja og dansa. 

“Carmen" er ein av populerastu operunum, sum nakrantíð er skrivað, og er á tremur við kendum tónum, sum “Habanera” og “Toreador”-sanginum – sum nú er týdd til føroyskt. Henda útgávan er tillagað til ein yngri málbólk, og snýr seg um ein leikbólk, sum ferðast runt, og sigur søgur um ta kendu Carmen, sum sigst hava stolið loyniligu lakrespípu-uppskriftina frá lakrespípuvirkinum, har tær allar plagdu at arbeiða. 

Sýningin er umleið 35 minuttir.

[object Object](Mynd: HeinesenMyndir)

Handrit og leikstjórn: Birita Adela Davidsen
Koreografi: Diana J. Hansen
Plakat: Kjartan Magnussen
Myndir: HeinesenMyndir

Sýningar verða á Tjóðpalli Føroya
Leygardagin 18. januar kl. 14 og 15:30
Sunnudagin 19. januar kl. 14

Atgongumerki fáast www.atgongumerki.fo 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder