Í komandi mánað verða allir tunlar, øll smápláss og allar útoyggjar umfataðar av netinum hjá Hey, og í næstum fer felagið at boða myndugleikunum frá, at felagið hevur átikið sær sjálvbodna veitingarskyldu á telemarknaðinum.
Hey hevur frá byrjan bygt egið farnet kring oyggjarnar, og avbjóðarin var fysta telefelag at útbyggja bæði 3G og 4G í Føroyum. Higartil hevur Hey havt egnar støðir um so at siga alt landið, men ikki á einstøkum útoyggjum og smáplássum, har Hey ístaðin hevur leigað seg inn á støðirnar hjá almenna telefelagnum. Men í ár hava eyðkendu Hey bilarnir verið nógv at sæð í tunlum kring landið og úti á smáplássum sum Svínoy, Dali, Trøllansi.
Í fjør fór Hey nevniliga undir eina miðvísa tilgongd at útbyggja sítt egna fartelefon net út til tey eftirverandi smápláss, útoyggjar og vegastrekkir, har felagið enn ikki hevði egnar støðir. Nú er hendan ætlan at kalla komin á mál og í ár verða allar Føroyar umfataðar av fartelefonnetinum hjá Hey.
- Vit hava valt at taka eitt ódnartak í ár fyri at byggja Hey netið út til alt Føroyar, soleiðis at okkum ikki longur tørvar at dúva uppá tænastur hjá almenna telefelagnum. Vit valdu hesa loysnina, tí vit vóru hvørki nøgd við tænastuna ella prísin. Okkara kundar høvdu lítið ella einki data samband á hesum støðum og tá avtornaði var betri fyri kundarnar og bíligari hjá okkum at byggja egnar støðir á útoyggjum og smáplássum heldur enn at halda fram at leiga okkum inn á netið hjá almenna telefelagnum”, sigur Rúnar Reistrup, stjóri í Hey.
Millum smáplássini, sum seinasta árið hava fingið nýggjar fartelefonstøðir eru Mykines, Svínoy, Saksun, Trøllanes og Húsavík. Harumframt hevur Hey útbygt netið í tunlunum Norður um fjall, í tunlunum í Kallsoynni, og í Sumbiartunlinum.
Við seinastu útbyggingunum hava Føroyar nú tvey sjálvstøðug landsumfatanandi farnet, eitt privat og eitt alment.
- Hey hevur valt at átaka sær eina sjálvbodna veitingarskyldu fyri allar Føroyar og røkkur nú út til hvønn krók í landinum. Tað næsta sum eigur at henda fyri at tryggja fult javnbjóðis kapping, er at almenna kervisfelagið FT-Net verður skilt endaliga frá FT-samtakinum sum skjótast og kemur at virka sum alment gagnligt kervisfelag. Harumframt eigur landsstýrið at umhugsa hvat man vil gera við tann kommersiella partin av Føroya Tele, tí tíðin er farin frá at tað almenna rekur eitt kommersielt telefelag og fleiri telefonhandlar í beinleiðis kapping við privatu tele- og handilsvinnuna, sigur Rúnar Reistrup stjóri í Hey.
Hey fer næstum at boða Vinnumálaráðnum frá at felagið hevur átikið sær sjálvbodna veitingarskyldu á føroyska telemarknaðinum.
- Hey
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald