Hey hevur í dag sent Fjarskiftiseftlirlitinum umsókn um royndarloyvi til at útbyggja 5G í Føroyum. Felagið ætlar í fyrstu atløgu at royndarkoyra 5G á útvaldum støðum í landinum og hevur langskygda ætlan um eitt landsumfatandi 5G net.
Í viðmerkingum til umsóknina vísir Hey á, at bæði samfelagsliga og umhvørvisliga metir felagið tað vera skilabest at veitarnir á føroyska telemarknaðinum deila eitt og sama 5G-net, heldur enn at bygd verða tvey sjálvstøðug 5G-net í Føroyum.
Millum annað vísir Hey á at eitt felags 5G-net fer a hava positiva ávirkan á samfelagsbúskapin, tí kostnaðurin til útbygging og rakstur av 5G-netinum lækkar fyri allar veitarar, og harvið lækkar eisini prísurin til endabrúkaran. Eitt felags 5G net fyri landið fer soleiðis at føra til at kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum betrast, rakstrarkostnaðir hjá almennum stovnum lækka, og bundnir livikostnaðir hjá einstaka telekundaum lækka.
Hey vísir í sínum viðmerkingum eisini á umhvørvisligu fyrimunirnar av einum deildum 5G-neti, við tað at samlaða el-orkan ið, er neyðug at reka 5G í Føroyum, minkar, og at færri nýggjar 5G-støðir skulu setast upp kring landið í bygdum og óbygdum øki komandi árirni.
- Hey
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald