Mentan

Heystmarknaður á Tvøroyri

Í dag byrjar árligi heystmarknaðurin á Tvøroyri

(Mynd: Leivur Nygaard)

(Mynd: Leivur Nygaard)

2021-10-02 09:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fer árligi heystmarknaðurin á Tvøroyri av bakkastokki.

Sum siðvenja er, verður stóra tjaldið hjá kommununi sett upp í miðbýnum, har til ber at keypa ymiska føroyska rávøru, royna mattombola, síggja lamb verða flett, síggja, hvussu fiskur verður haggreiddur og hoyra framløgur.

Tvøroyrar kommuna bjóðar eisini smakkroyndir, ið navnframa Maud Wang Hansen úr Nólsoy hevur staðið fyri. Maud fer at bjóða smakkroyndir av suðuramerikanska fiskarættinum “Ceviche”. Ceviche hevur sín uppruna í Peru og merkir “feskur” ella “mjúkur” fiskur. Í stuttum snýr tað seg um feskan, ráan fisk, tilvirkaður við sitrussaft og kryddaður við t.d. chili, leyki og deymkorru (koriander).

Til ber eisini at vitja vakra, søguliga skipið MS Thorshavn, og uttanfyri tjaldið ber til at síggja livandi fisk og krabbar, í kørum, ið eru sett upp til endamálið.

Glasstovan bjóðar til tapaskvøld, Café MorMor bjóðar til konsert við Froðbiar Sóknar Bluesorkestur og í Tvøroyrar Klubba lokka tey við kultbólkinum Revival. Handlarnir á Tvøroyri hava eisini opið til kl. 16, skrivar kommunan í tíðindaskrivi.

Meira fæst at vita um tiltøkini á Heystmarknaðinum her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder