Innanlands

Hildið skúlan reinan í 40 ár

Katrina Svartá varð heiðrað av Sunda kommunu í gjár

Katrina Svartá saman við Fríðbjørg Hammer, skúlastjóra og Heðini Zachariassen, borgarstjóra (Mynd: sunda.fo)

Katrina Svartá saman við Fríðbjørg Hammer, skúlastjóra og Heðini Zachariassen, borgarstjóra (Mynd: sunda.fo)

2019-02-07 07:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á lítlari samkomu í Hvalvíkar skúla í dag varð Katrina Svartá viðurkend fyri at hava verið vaskikona í Hvalvíkar skúla í samfull 40 ár. 

Fríðbjørg Hammer, fyrstilærari, helt røðu og las yrking upp, sum lærarar og næmingar hava gjørt. Eisini fekk Katrina handað gávu, skrivar heimasíðan hjá Sunda kommunu.

Heðin Zachariasen borgarstjóri í Sunda kommunu takkaði Katrinu fyri valaverk øll hesi árini og ynskti henni alt tað besta frameftir. Katrina fekk eisini gávu frá kommununi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder