Fyrrverandi amerikanska forsetafrúan, uttanríkismálaráðharrin, og forsetavalevnið Hillary Clinton gevur í dag út sína fyrstu skaldsøgu, politisku spenningssøguna "State of Terror".
Bókin, ið er skrivað saman við kanadiska rithøvundanum Louise Penny, tekur útgangsstøði í einari røð av yvirgangsálopum ymsastaðni í heiminum, sum elvir til stóran altjóða ruðuleika. Bókin snýr seg um Ellen Adams, ein nýggjur amerikanskur uttanríkismálaráðharri, sum má loysa eina altjóða yvirgangssamansvjørjing saman við einum diplomati av libanesiskum uppruna og einum amerikansk-pakistanskum journalisti.
Longu áðrenn útgávudagin lá "State of Terror" ovast á bestseljaralistanum hjá Amazon, og fleiri altjóða miðlar, eitt nú New York Times og The Guardian, hava eisini givið bókini sera góð ummæli, skrivar Ritzau.
Hillary Clinton hevur skrivað fleiri endurminningar, men "State of Terror" er hennara fyrsta skaldsøga, og er hetta fyrstu ferð, at hon samstarvar við kanadiska rithøvundanum Louise Penny.
Maður Hillary Clinton, fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton hevur eisini skrivað fleiri bøkur, og á sumri 2018 gav hann sjálvur út sína fyrstu skaldsøgu, "The President is Missing" í samstarvi við bestseljandi amerikanska rithøvundanum James Patterson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald