Innanlands

Hillsong hevur konsert í Kelduni í annaðkvøld

Bólkurin Hillsong Young & Free úr Avstraliu er komin til landið

Limirnir í bólkinum avmyndaðir í Føroyum

Limirnir í bólkinum avmyndaðir í Føroyum

2019-06-10 13:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgin fer bólkur, ið er kendur um allan heim á pallin í Kelduni í Skálafirði. Samkoman í Eysturoynni boðar fyrrpartin frá, at Hillsong Young & Free úr Avstraliu er nú komin til Føroya. 16 fólk eru við í ferðaliðnum, sum er komið beinleiðis úr Slovakia í samband við teirra konsertferð í Evropa.

Um bólkin skrivar Keldan, at hann er kendur fyri síni eyðkendu popp løg og hevur verið sera virkin seinastu árini: Síðani 2013 hevur Hillsong Young & Freegivið út 6 fløgur og 19 stakløg. Bólkurin er ein partur av samkomuni Hillsong, ið var stovnað í 1983 í Avstralia. Hillsong eru serliga kend fyri sín tónleik og hevur staðið fyri nógvum útgávum seinastu 25 árini.

Fyrireikararnir boða frá, at umframt føroyingar verða eisini áhoyrarar úr Bulgaria, Noregi, Danmark og øðrum londum til konsertina í Keldini. Teir vóna, at talan verður um ein fullan sal í annaðkvøld, tá ið bólkurin fer á pall.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder