Lagt er upp til eitt forvitnisligt og óformelt hugnakvøld, tá tríggir lokalir synir – Óli Poulsen, Hans Poulsen og Niclas Johannesen – hittast í Skótahúsinum at práta og hugleiða um hetta at framleiða tónleik.
Teir fara at velja tvey løg – tvær produktiónir hjá hvør øðrum – og fregnast um tankar og tilgongd aftan fyri endaliga úrslitið av útvaldum sangum, ið fara at ljóma út úr hoytalarunum. Tað verið seg alt frá ítøkiligum práti um stíl, ljóð, val av ljóðførum, tempo, tónaartum, harmoniseringum, strukturi, dynamikki – til kanska meiri yvirskipaðar og grundaðar tankar um, hvat tað vil siga at produsera tónleik fyri onnur. Nær veist tú, at ein er sangur liðugur? Skal ein framleiðari hava eina meining um alt – frá teksti til trummuljóð? Er neyðugt við ávísari mannagongd fyri at røkka góðum úrsliti? Hevur slag av stíli nakað at siga fyri, hvussu tú arbeiðir? Hvussu fær tú tað besta fram úr sangarum, tónleikarum, og ikki minst tær sjálvum?
Spurningarnir vera mangir, tá brøðurnir úr Runavík Óli Poulsen og Hans Poulsen, umframt glyvramaðurin Niclas Johannesen fara at at seta orð á tað, ið rørir seg innan, uttan og rundanum tónleikin, ið teir allir kastaðu seg yvir við eldhuga frá barnaárum, og sum teir síðani, hvør í sínum lagi, hava gjørt til teirra yrki, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.
Aftan á steðg verður orðið frítt og spurningar kunnu setast úr salinum. Tiltakið er partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu sum verður frá 22.- 28. Apríl. Hitt Runavík verður í Skótahúsinum mánakvøldið 22. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald