Liva føroyingar við einum samleika, sum á ymsan hátt rúmar ymisk heim?
Hetta er ein av fleiri spurningum, sum rithøvundarnir Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang og Siri Rannvá Hjelm Jacobsen viðgera í skaldskapi teirra, og sum tær umrøða í Klaksvík 4.juli klokkan 20 til tiltakið "Heim er eitt stað mitt ímillum".
Karmur um samrøðuna verða gomlu handilshúsini hjá Kongaliga einahandlinum.
Nevndu høvundar hava á hvør sín hátt viðgjørt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark í bókum sínum. Hóast ymiskt upphavsstøði og bókmentaligt úttrykk, hava tær funnið eitt felags støði og eitt felags ynski um at levera eina serstaka kvøldsetu.
Bøkurnar, sum hesir tríggir rithøvundar hvør í sínum lagi hava skrivað, innihalda allar ein felags spurning: hvussu livir man við einum samleika, sum á ymsan hátt skal rúma ymisk heim? Sum Siri Rannvá Hjelm Jacobsen m.a. lýsir í bókini Ø frá 2016, føroyska abban og ommuna, sum flyta til Danmarkar at nema sær útbúgving, men sum ongantíð venda aftur til Føroyar. Longsulin eftir Føroyum fer tískil í arv til ommubarnið, sum byggir ein samleika upp út frá tí, sum mist er. Ella lýsingin hjá Sissal Kampmann í Sunnudagsland (2016) um at venda aftur til heimbygdina eftir mong ár uttanlands. Umframt Vónbjørt Vang, sum í bók síni Millumlendingar (2011), sum á poetiskan hátt roynir at lýsa hesa millumstøðu millum tvey lond, tvey heim fyri síðani at venda sær heilt aftur til tað heimliga í Djúpini (2017), sum er ein lýsing av ommunum, sum liva sína seinastu tíð á føroyskum ellisheimum.
Felags fyri hesar tríggjar rithøvundar er spurningurin: hvussu sameinir man hesi bæði støðini og hvussu verður hetta lýst bókmentaliga?
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald