placeholder
Innanlands

Hjalmar P. Petersen professari í málvísindum

Ferður tilnevndur professari í málvísindum 1. februar

(Mynd: setur.fo)

(Mynd: setur.fo)

2018-12-19 14:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fróðskaparsetur Føroya fer 1. februar 2019 at tilnevna Hjalmar P. Petersen professara í málvísindum, skrivar heimasíðan hjá Fróðskaparsetrinum, setur.fo

Hjalpar P. Petersen hevur verið í starvi sum lektari á Føroyamálsdeildini síðan 2011. Tíðarskeiðið 2005 til 2011 var hann í starvi á universitetinum í Hamburg. Doktararitgerð sína, ’Gender Assignment in Modern Faroese’, vardi hann á universitetinum í Hamburg í 2008.

Hjalmar tók exam.art í føroyskum í 1983, BA í lingvistikki á Háskóla Íslands í 1991 og seinni cand.phil á universitetinum í Keypmannahavn. Í 2000 tók hann MA í lingvistikki á Yale University. Hjalmar hevur skrivað nógvar greinir øll árini og hevur undirvíst á fleiri stigum í útbúgvingarskipanini.

Ein uttanhýsis metingarnevnd hevur mett um førleikar hansara at gerast professari. Staðfest verður m.a. í niðurstøðuni, at:

“Petersen er er veluddannet i flere lande, Færøerne, Island, Danmark, USA og Tyskland og behersker mange sprog. Han er selvfølgelig godt bekendt med den moderne sprogteori, såvel generelt som i sproghistorie, sociolingvistik og korpuslingvistik. Han har et bredt område af interesser og har publiceret artikler i flere anerkendte tidsskrifter og skrevet med anerkendte forskere. De artikler, vi har læst, spænder fra lydhistorie til syntaks og sprogkontakt og er vanligvis karakteriseret af en præcis argumentation og godt kendskab til tidligere forskning. Frem for alt er Petersens store tematiske bredde imponerende”.

Umframt vísindaligar greinir og bøkur hevur Hjalmar m.a. latið úr hondum føroyska mállæru og eina nógv brúkta lærubók í føroyskum fyri útlendingar.

Í sambandi við professaratilnevningina verður professarafyrilestur á Fróðskaparsetrinum í vár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder