Vit vita at eplið sjáldan dettur langt úr veltuni, og tað er sjón fyri søgn við Hjalmer Larsen. Við sínum lætta og popputa tónleiki, hevur Hjalmar nelgt navn sítt rimmarfast í danska tónleikahválvið.
Hjalmar framførir dansktmæltan popptónleik, sum er vælumtóktur av dønum. Løgini hava staðið seg væl í útvarpi og á stroymingstænastum, og Hjalmer gerst meira og meria umbiðin. Tá pápi hansara andaðist, fór Hjalmer í holtur við at framleiða fløguna “Sange fra første sal”, sum danir tóku til sín beinavegin.
Við løgum sum “Marie”, “Hvis du går” og “Hjem til en anden” kunnu vit gleða okkum til eina stórbæra løtu, tá Hjalmer trínur á pallin tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.
Frammanundan er longu greitt at tungu dreingirnir úr Suspekt og rokklegendan úr Twisted Sister, Dee Snider, fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald