Átta løgtingsmál fáa fyrstu viðgerð á tingfundinum í dag.
Alt eru mál av fíggjarligum slagi, sum skulu hava viðgerð í fíggjarnevndini áðrenn tey koma til viðgerðar aftur í tingsalinum.
Av teimum átta málunum eru eisini tvey mál um eykajáttan, bæði løgd fram av Tjóðveldi. Annað er um at styrkja musikkskúlaskipanina kring landið og symfoniorkestrið og hitt snýr seg um játtan til eina føroyska veðurtænastu.
Eisini eitt av málunum, ið varð lagt fram í Hjálparpakka 2 hjá landsstýrinum, skal hava fyrstu viðgerð í dag.
Talan er um málið, sum skal hjálpa almenna flogfelagnum fíggjarliga við at gera eina skipan, so flogfeløg í Føroyum fáa somu sømdir, sum skipafeløg, ið hava skip síni skrásett í altjóða føroysku skipaskrásetingini, FAS.
Les eisini: Atlantsflog fær serliga hjálparskipan frá landsstýrinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald