placeholder
Innanlands

Hjálpsami Walther er Ársins Rósa 2018

Ársins rósa er partur av árliga jólaskipatiltakinum í Klaksvík

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Mynd: Klaksvíkar kommuna

2018-12-27 10:47 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað var ein eyðmjúkur og kensluborin Walther Baldwin, sum á ársins stytsta degi fekk handað heiðurin “Ársins rósa” fyri árið 2018 frá Jógvani Skorheim, borgarstjóra.

- Tú leggur ikki merki til hann, og hann ger heldur einki burtur úr sær sjálvum, men í lítillætni hevur hann í nógv ár gjørt eitt trúfast, stillført og ólønt hjálpararbeiði, har hann hevur víst og vísir umsorgan fyri sínum egna nærumhvørvi.

Hesi vóru nøkur av orðunum, sum Jógvan Skorheim, borgarstjóri, brúkti at lýsa hendan mannin, sum livdi síni fyrstu ár í USA, áðrenn hann sum unglingi flutti til Klaksvíkar saman við mammu og systkjum, her hann hevur búð síðani.

Reglugerðin fyri tiltakið “Ársins rósa”, sum fyrstu ferð varð latin í 2004, ásetur, at endamálið við Ársins rósu er “at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaksvíkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakað ella stórvegis afturfyri”, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Ársins rósa er partur av árliga jólaskipatiltakinum í Klaksvík, sum er ógvuliga væl vitjað, og soleiðis var eisini í ár, og sum altíð var spenningur um, hvør persónurin mundi vera, sum nevndin fyri Ársins rósu í ár hevði valt at geva henda serliga heiður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder