Á føðingardagsfundinum hjá Klaksvíkar Inner Wheel herfyri vórðu yvir 35.000 krónur handaðar Hjartabarninum.
Peningurin varð savnaður av Klaksvíkar Inner Wheel við søluni av til- og frá seðlunum við heklaðum hjørtum og hondgjørdum taskum, sum eru framleiddar av kvinnum í Madagaskar, á Jólaluksusloppum í Klaskvík.
Úrslitið av søluni gjørdist heilt nágreiniliga 35.290 krónur, og peningurin fór óskerdur til Hjartabarnið, sum er áhugabólkur fyri foreldur og avvarðandi hjábørnum við hjartasjúku. Bólkurin er ein partur av Hjartafelagnum í Føroyum og varð settur á stovn í november 2008.
Jastrið Gullaksen úr Klaksvíkar Inner Wheel avdúkaði upphæddina, og Fríðhild Højgaard úr Hjartabarninum tók ímóti kekkinum og greiddi frá um arbeiðið hjá Hjartabarninum við eitt nú tiltøkum, har til ber at hitta onnur hjartabørn og avvarðandi at hjartabørnum sum foreldrakvøld við sálarfrøingi, rørsludegi o.a.m. og takkaði fyri kærkomna stuðulin, skrivar Klaksvíkar Inner Wheel Klubbi.
Klaksvíkar Inner Wheel Klubbi hevur íalt 18 limir og er partur av einari heimsumfatandi kvinnurørslu í 104 londum við umleið 108.000 limum. Endamálið er at fremja vinarlag, hjálpsemi og altjóða fatan. Inner Wheel er ein ópolitiskur felagsskapur og ein av størstu heimsfelagsskapum, hvørs endamál er at hjálpa kvinnum og børnum. Klaksvíkar Inner Wheel klubbi bleiv stovnaður í 1975.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald