Innanlands

Hjartamál: Skattapolitikkurin hevur fingið størri týdning

‘Skjót og góð heilsuviðgerð’ hevur størst týdning, tá veljarin skal seta krossin. Men skattapolitikkurin kemur nú á øðrum plássi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-11-29 13:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í mun til fyri hálvumfjórða ári síðani, hevur skatta- og avgjaldspolitikkurin meira at siga fyri veljaran, tá hann skal seta krossin 8. desember. Størst týdning hevur tó ‘skjót og góð heilsuviðgerð’.

Tá Spyr.fo farna hósdag gjørdi eina veljarakanning fyri BlaðiðVikuskifti var veljarin eisini spurdur um, hvørji evni hava størsta týdning, tá krossurin skal setast.

Veljarin varð biðin um at krossa trý evni av sum ‘hjartamál’.

Úrslitið er, at annar hvør veljari – 50 prosent – sigur, at ‘skjót og góð heilsuviðgerð’ hevur týdning.

Síðan kemur ‘skatta- og avgjaldspolitikkur’ við 34 prosentum og ‘umsiting av fiski- og alivinnu’ við 31 prosentum.

Hetta er eitt sindur øðrvísi enn tá vit settu sama spurning undan løgtingsvalinum í 2019. Tá – tríggjar dagar fyri valið – vóru tað eisini 50 prosent, sum peikaðu á heilsuviðgerðina, meðan tað vóru 45 prosent, sum peikaðu á umsitingina av fiskivinnuni, meðan ‘loysnir á bústaðartrotinum’ kom inn á triðja pláss við 28 prosentum.

Í ár er tað næstan líka nógv – 27 prosent – sum peika á bústaðartroti, men hetta hjártamál kemur nú inn á eitt fjórða pláss.

Stórur munur á kvinnum og monnum

Áhugavert er at síggja, hvussu stórur munur er á raðfestingini hjá kvinnum og monnum.

Kvinnurnar raðfesta heilsuviðgerðina fyrst, síðan bústaðartrotið og í triðja lagi ‘hjálparátøk móti prísvøkstrinum’.

Menninir hinvegin raðfesta skatta- og avgjaldapolitikkin ovast, framman fyri fiski-/alivinnuni og heilsuviðgerðini.

(meira undir myndini)


Tá tað kemur til hvønn politiskan atknýti er uppgerðin eisini sera áhugaverd.

Spyr.fo hevur – fyri at tryggja eina ávísa vissu – bert útgreinað hvat veljararnir hjá teimum fýra stóru flokkunum peika á – og vit fáa bert tey trý ‘hjartamálini’ at vita, sum hava fingið størstu undirtøku.

Her kunnu vit til dømis síggja, at ‘skjót og góð heilsuviðgerð’ hevur týdning fyri allar veljararnar. Men fyri sambands- og javnaðarveljarar hevur hetta hjartamálið størst týdning, meðan tað fyri tjóðveldisveljaran kemur á øðrum plássi, og fyri fólkafloksveljaran á triðja plássi.

Vit síggja eisini, at borgarligu flokkarnir raðfesta tey somu trý hjartamálini hægst, men at raðfylgjan er ymisk.

Vit síggja eisini, at flokkarnir til vinstru báðir hava bústaðir sum hjartamál saman við heilsuviðgerðini.

Men at tað triðja raðfesta málið er ymist. Hjá javnaðarveljarum kemur ‘hjálparátøk móti prísvøkstrinum’ inn á eitt triðja pláss, meðan tjóðveldisveljarar prioritera ‘samband/loysing’. Hetta er fremsta hjartamálið hjá tjóðveldisveljarunum.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder