Innanlands

Hjartastartarar fara at síggjast á Sona

Føroya Tele og Ansni Tilbúgving hava skrivað undir avtalu um, at hjartastartararnir, sum eru skrásettir á heimasíðuni hjartastartari.fo, verða vístir á Sona appini og sona.fo. Tænastan verður sett í verk í endanum av næstu viku

Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, og Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, tá ið avtalan varð undirskrivað (Mynd: Føroya Tele)

Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, og Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, tá ið avtalan varð undirskrivað (Mynd: Føroya Tele)

2023-01-10 21:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

ANSNI Tilbúgving, sum hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá okkum føroyingum at bjarga lívi, hevur 267 skrásettar hjartastartarar, sum eru staðsettir runt í øllum landinum.

Avtalan millum Føroya Tele og ANSNI Tilbúgving merkir, at staðseting og upplýsingar um hesar skrásettu hjartastartarar verður atkomuligt og skjótt at finna á Sona appini og sona.fo.

Síðani 2018, tá ið Føroya Tele kom við Sona appini, hava nærum 50.000 føroyingar tikið appina niður, meðan í miðal 5.000 vitjandi eru á sona.fo um dagin. Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving, er fegin um, at landsumfatandi yvirlitið yvir hjartastartarar verður sjónligt og lætt atkomuligt á Sona.

- Hetta tryggjar, at fólk í eini handarvending kunnu gera seg til fyri at finna nærmasta hjartastartara, tí tíðin er altavgerandi, tá ið talan er um lívbjarging, og tørvur er á hjartastartara, sigur Jógvan Jensen, leiðari á ANSNI Tilbúgving.

Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti, sum er dótturfelag í Føroya Tele samtakinum, er eisini fegin um avtaluna við ANSNI Tilbúgving.

- Sona er fjøltænasta, og tað frøir okkum, at ANSNI Tilbúgving fær atgongd til eina lætta og skjóta skipan, sum er ment til endamálið, tá ið fólk hava tørv á hjartastartara í akuttari støðu, sigur Símun Skaalum, stjóri í FT Samskifti.

Avtalan inniber, at ANSNI Tilbúgving er umsitari, meðan Føroya Tele veitir tøknina, sum er karmur um tænastuna. Avtalan er galdandi í fimm ár.

Síðstu fyrireikingarnar verða nú gjørdar, og í endanum av næstu viku verður tænastan sett í verk á Sona appini og sona.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder