
Hann er næstan meira kendur sum væltumtókt sjónvarpspersónligheit og fyri at vera stóribeiggi Anders Lund Madsen.
Men Peter Lund Madsen var útbúgvin lækni, og var serfrøðingur í mannaheilanum. Hann gjørdist doktari fyri sína gransking av blóðumferðini í heilanum og av broytingum í heilanum á ymsum tilvitanarstigum.
Í dag doyði Peter Lund Madsen, 65 ára gamal. Danskir miðlar skriva, at var á veg á súkklu úr Havnsø til Keypmannahavnar, tá hann eftir øllum at døma fekk eitt dánilsi. Fólk komu fram á hann við vegjaðaran, og sendu boð eftir hjálp. Hann varð fluttur til Ríkissjúkrahúsið við tyrlu, men var deyður, tá hann kom fram.
Peter Lund Madsen gjørdist kendur í danska almenninginum, tá hann í 1998 gjørdist vertur í eini sjónvarpssending hjá DR við heitinum ‘Hjerne-Madsen’, og síðan hevur navnið hingið við honum. Peter Lund Madsen hevði óvanliga góð evni at miðla vísundalig evni, so at tey kundu skiljast av øllum. Fyri hesa serliga gávu hevur hann millum annað verið heiðraður við Rosenkjær-heiðurslønini, sum verður givin vísundafólki, sum megna at miðla trupul vísundalig evni. Hann hevur eisini fingið donsku móðurmálsvirðislønina.
Hann hevur verið virkin í fleiri ymsum útvarps- og sjónvarpssendingum, eisini saman við lítlabeiggjanum, Anders Lund Madsen.
Hann hevur eisini skrivað fleiri bøkur. Aktuelt skuldi ein nýggj bók hjá honum, ‘Mysteriet om den sovende hjerne’ koma út 11. september. Nú er óvist um bókin kemur út sum ætlað, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald