Innanlands

Hjúkla um tín maka á Valentinsmessu

Tórshavnar kommuna hevur uppskot til hvussu tú kann njóta dagin

2019-02-13 11:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgin 14. februar verður heimurin málaður reyður við hjørtum, og Havnin er einki undantak. Handlar og blómubindarar hava gjørt nógv burturúr degnum, og somuleiðis hava matstovur og gistingarhús spent seg út.

VisitTórshavn hevur savnað nøkur hugskot við tilboðum frá gistingarhúsum, matstovum, barrum og øðrum, sum hvør á sín hátt hjúkla um gestirnar henda dagin, skrivar Tórshavnar kommuna.

Alskyns uppskot til hvussu tú og tín kunnu njóta dagin sæst á heimasíðuni hjá VisitTórshavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder