Roger Hodgson spældi eina frálíka konsert í góða veðrinum í Klaksvík. Hetta var síðsta veruliga høvuðsnavnið fyri í ár, og hann savnaði eina rúgvu av fólki á Vágsbøi - helst meira enn bæði Aqua og Zara Larsson megnaðu ávikavist hóskvøldið og fríggjakvøldið.
Um konsertin var líka minnilig sum tann, hann hevði á Vágsbøi í 2006, mugu onnur meta um. Tá gjørdu veður og vindur seg galdandi, tí Hodgson sat í flogfari í 40 tímar, og fekk ikki lent. Til endans eydnaðist tað tó, og hann spældi eina konsert, sum tey - sum vóru har - tosa um enn.
Eins og við hinum heimsstjørnunum, vit hava verið á Summarfestivalinum í ár, spældi Hodgson bæði kendar og minni kendar sangir, men tá hann spældi “Breakfast In a America” kom lív í stóru fjøldina, sum mundi røkka heilt niðan til langtjaldið hjá Eta.
Hodgson skifti millum ljóðførini keyboard, piano og guittar. Eitt sindur serligt, men riggaði stak væl.
Avísir ljóðtrupulleikar vóru í fyrstu løgunum, og trupult var at hoyra hvat Hodgson sang, men sum fráleið bleiv hetta betri, og órógvaði ikki konsertina stórvegis.
Eftir fleiri hitt og onnur minni kend løg takkaðu Roger Hodgson og bólkur hansara fyri seg, og fóru av pallinum. Hann rópti tó út til áhoyrararnar, at um fólk ynsktu meira, so var tað bara at siga til.
Og tað vildu fólk. Umaftur, umaftur, umaftur!
Teir komu aftur á pall og spældu hittini “Give a Little Bit” og “It’s Raining Again”.
- Tit og fólkini her í Føroyum hava rørt meg, og eg fari at hava tað við mær restina av lívinum.
- Eg veit ikki hvar, men eg vóni at síggja tykkum onkustaðni aftur. Hav tað gott, rópti 68 ára gamli Supertramp sangarin at enda til fjøldina.
Um eina løtu er Hamradun á Vágsbøi og eftir tað seta dreingirnir úr VSJ punktum fyri stóra pallin í ár.
Sí eisini: Myndir: Leygardagur á Summarfestivalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald